Tað stundar til jóla og í Sørvágs skúla hava vit fyrireikað okkum til tað. Niðanfyri er kunning um hetta.

gleðilig jól 62743

14 . – 16. des.

Vanlig undirvísing.

1. - 9. fl. eru í skúla frá kl. 8:00 – 12:40

Hósdagin 17. des.

Allir flokkar eta morgunmat saman við flokslæraranum kl. 8:00

Kl. 9:00 fara 1. – 3. flokkur til jólaframførðslu hjá 6. flokki í Marghøllini.

Skúlagongdin endar kl. 11:35 tá frítíðarskúlin eisini letur upp.

Kl. 11:00 fara 4. og 5. flokkur til jólaframførslu hjá 6. flokki í Marghøllini.

Skúlagongdin endar tá jólahaldið er liðugt.

7. – 10. fl. fylgir tímatalvuni sum vanligt, tó endar skúlagongdin kl. 12:40

Kl. 18:00 framførir 6. flokkur jólaleik fyri innbodnum. Vegna korona verður einki alment jólahald í ár.

Fríggjadagin 18. des. verður jólagudstænasta í Sørvágs kirkju.

Kl. 9:00 møta 1. – 3. flokkur í kirkjuni. Flokslærararnir taka næmingar, sum skulu í frítíðarskúla, niðan við aftur í skúlan til kl. 11:35 tá frítíðarskúlin letur upp. Hini hava jólafrí.

Kl. 10:00 møta 4. – 6. flokkur í kirkjuni. Tá gudstænastan er liðug er jólafrí.

Kl. 11:00 møta 7. – 10. flokkur í kirkjuni. Tá gudstænastan er liðug fara næmingarnir í floksstovuna eftir støðumetinum og so er jólafrí.

Kirkjugongin tekur uml. 45 min.

Sørvágs skúli ynskir øllum eini gleðilig jól. Skúlagongdin byrjar aftur mánadagin 4. januar.

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233222/233224 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.