Vit heita enn einaferð staðiliga á foreldur, sum koyra børn síni í skúla og heinta tey eftir skúlatíð, um at seta næmingarnar av við høvuðsdyrnar vestureftir, so vit sleppa undan ferðsluruðuleikanum á Skúlavegi.
Inngongdirnar móti Kirkjuánni og í skúlagarðinum eru framvegis opnar, men næmingar sum koma í bili skulu setast av við høvuðsdyrnar vestureftir.