Sørvágs skúli søkir eftir lærara í tíðaravmarkað starv fyri lærara í barnsburðarfarloyvi at byrja skjótast til ber og til 18.06.2021.

 

Førleikakrøv

Skúlanum tørvar lærara, sum skal undirvísa í grunddeildini í lærugreinunum føroyskt, rokning, heimstaðarlæru, kristni, handaverk/list og miðdeild í náttúru og tøkni.

 

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann, ið settur verður, er tænastumannasettur frammanundan.

Lærarastarvið er lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki18.1 – 29.2.

 

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu stílast til Sørvágs skúla, Skúlavegi 13, 380 Sørvági This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. og verða skúlanum í hendi í seinasta lagi hósdagin 21.01.2021.

 

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Eyð Niclasen, skúlastjóra, á tel. 233222.

Í Sørvágs skúla ganga uml.180 næmingar í 1.- 10. fl. og áleið 35 starvsfólk arbeiða í skúlanum.

Tú kanst lesa meira um skúlan á heimasíðu okkara sorvagsskuli.fo

 


Virðisgrundarlag skúlans

Eg vil - Eg dugi - Eg kann

Her hava vit virðing fyri okkum sjálvum og øðrum!
Her er opið og mennandi samstarv millum heim og skúla!
Her er undirvísingin viðkomandi og avbjóðandi!
Í okkara skúla skulu øll hava møguleikar at læra!
Málið er læring, menning, trygd, og trivni.
Áhugi elvir til læring.

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233222/233224 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.