roknivika

Hesa vikuna verður roknivika. Mánadagurin varð lagdur av til talv. Næmingarnir fingu undirvísing frá sandavágsbrøðrunum Høgna og Rógva Egilstoft Nielsen. Teir hava í fleiri ár telvað á hægsta stigi.  

Týsdag, mikudag og hósdag verður 3. og 4. tími niðurlagdur, og allir flokkar hava rokning. Sostatt eru lærugreinarnar, ið eiga at liggja hesar tímar, avlýstar. Hetta er eisini galdandi fyri ítrótt og svimjing.  

Flokkarnir eru deildir upp soleiðis: 1.-3. flokkur, 4. og 5. flokkur, 6.-8. flokkur. Lærararnir hava fyrireikað uppgávur og spøl til næmingarnar.  

 ymisk børn 62505

Hesa vikuna er eisini trivnaðarvika. Týsdag, mikudag og hósdag verður 1. og 2. tími niðurlagdur, og allir flokkar arbeiða við trivnaði, har tey millum annað skulu læra um kropsmál, samstarv og samskifti.

Arbeitt verður í flokkinum við ymiskum verkligum uppgávum, ið skal vera við til at skapa betri trivna fyri børnini í skúlanum. Sostatt eru lærugreinarnar, ið eiga at liggja hesar tímar, avlýstar.

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233222/233224 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.