Skúlagongdin byrjar aftur mikudagin 18. august.
1.fl. møtir kl. 11:00 í Marghøllini saman við foreldrunum.
2.-9.fl. kl. 8:00 - 10:00
10.fl. møtir á Giljanesi kl. 10:00 - 11:20
Bussurin koyrir frá Sørvágs skúla kl. 09:25
Inngongdirnar hjá flokkunum verða soleiðis:
1.og 2.fl. brúka inngongdina gjøgnum skúlagarðin (tannlæknahurðina)
3., 4., 5. og 6. fl. brúka hurðina móti Kirkjuánni
7., 8. og 9. fl. høvuðsinngongdina úr skúlagarðinum
Vísandi til ferðsluruðuleikan, sum mangan er um morgunin, heita vit á foreldur, sum koyra næmingar í skúla, at seta tey av við høvuðsdyrnar vestureftir, soleiðis at næmingar ganga til sína inngongd.