Árligi skúlarennidagurin verður í morgin, fríggjadagin 27. august.
Vit hava vanliga skúlagongd til kl. 8:45. Tá verður kunning í Marghøllini. Eftir hetta verður upphiting vestanfyri skúlan, uttanfyri høvuðsdyr skúlans.
Tað er týdningarmikið at vera ílatin eftir veðrinum og at verða í góðum skóm.
Skúlin bjóðar okkurt drekkandi til tey, sum renna, og skreytblað verður útflýggjað næmingunum seinni.