Nú almennu korona tilmælini verða broytt í sambandi við ferðing til Føroyar, verður mælt til, at næmingar, sum koma til Føroyar, kunnu koma aftur í skúla, tá tey hava fingið negativt svar frá korona kanning 2. dagin eftir komu.
Ferðandi, sum eru koppsett, kunnu fara beinleiðis til arbeiðis ella í skúla, men verða biðin um at vera serliga varin inntil tey hava fingið svar uppá kanningina annan dagin eftir komu.