HT foto fer í komandi viku at taka skúlamyndir.
Næmingarnir hava í dag fingið ein brævbjálva at taka heim við. Hetta skjal skal fyllast út.
Myndirnar verða tiknar úti, og myndatøkan verður skipað soleiðis:
1.-3.flokkur týsdagin 7.september.
4.- 7.flokkur mikudagin 8.september.
8. – 10.flokkur og Pallurin hósdagin 9.september.
Tá systkinamyndir skulu takast, verða tær tiknar saman við tí yngsta barninum.
Eru spurningar ella ivamál, eru tit vælkomin at ringja til Jeannet á tlf. 23 32 23 ella til Herfinn tlf. 22 70 00