Seinnapartin 3. november 2021 sendi Undirvísingarstýrið skúlunum eitt kunnandi skriv, nú talið av koronutilburðum er vaksið sera nógv síðstu tvær vikurnar. Víst verður m.a. á, at tað serliga eru børn og ung, ið verða smittað í løtuni. Heilsufakligi ráðgevandi bólkurin hjá Uttanríkis- og Mentamálaráðnum mælir skúlum til at vísa størsta varsemi. 

info c7b2e

Í fyrstu atløgu kemur hetta at hava nakað av ávirkan á skúladagin í Sørvágs skúla.

Vit minna næmingar á at halda frástøðu, at vaska hendur og/ella spritta. Eisini verður aftur farið til skipanina, at hvør flokkur er ein bólkur, sum ikki kemur saman við øðrum flokkum. 

Frá í dag 4.nov. eta vit matpakkan inni í stovuni og fara út í fríkorterinum.

Morgunløtan í Marghøllini er avlýst fyribils.

Allir næmingar møta til vanliga tíð, men verða bidnir um at nýta nevndu inngongdir:

1.og 2. flokkur skal koma oman í skúlagarðin og brúka inngongdina til tannlæknan. 

3. flokkur skal brúka úthurðina við endan á skúlanum ( neyðhurðina ) eystan fyri móti ánni.

4., 5. og 6. flokkur brúka neyðhurðina út í skúlagarðin, sum skal brúkast sum bæði inn og úthurð.

7., 8. og 9. flokkur brúka úthurðina úr skúlagarðinum.

Allir næmingar kunnu tó koma inn ígjøgnum høvuðsinngongdina vestureftir, og taka skógvarnar við sær til tær ymisku inngongdirnar.

Foreldur verða biðin um at lata børnini ganga sjálvi inn í skúlan ella avlevera tey við dyrnar.

Undirvísingin verður í allarstørstan mun skipað sum vanligt. Tó kemur undirvísingin í størri mun at vera skipað í flokshølinum ella uttandura. Vit royna at fyribyrgja, at næmingar samlast á felagsøkjunum í skúlanum. Næmingarnir verða eggjaðir til bert at vera saman við floksfeløgunum.

Tað er umráðandi, at næmingarnir hava egið pennahús við øllum amboðum - blýantar, litblýantar, blýantspískara, viskileður, linjál, saks, límstift v.m. - alt tað, ið teir hava brúk fyri í undirvísingini.

Vit halda sjálvandi fram við at gera okkum stóran ómak við at hava gott reinføri og royna so vítt møguligt at hava tilmæltu frástøðuna.

Nú støðan er, sum hon er, verður mint á at vera serliga varin. Tað vil m.a. siga, at hevur næmingurin sjúkueyðkenni, so mæla vit til, at verða heima og lata seg testa. 

Hava tit spurningar hesum viðvíkjandi, eru tit altíð vælkomin at seta tykkum í samband við Eyð Niclasen, stjóra, á tlf. 233222 ella Mariann á Válinum, varaskúlastjóra, tlf. 233224

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233222/233224 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.