Góðu foreldur, næmingar og avvarandi.
Landsstýrismaðurin í skúlamálum hevur boðað frá, at nú tilmælini í sambandi við koronu eru herd, fara skúlarnir í jólafrí fyrr enn ætlað.
Politiski mynduleikin hevur gjørt av, at skúlin og frítíðarskúlin fer heim mikudagin 15.des. Hetta merkir, at næmingar møta ikki í skúlanum ella frítíðarskúlanum frá 16.des. og til seinasta skúladag fyri jól, ið er 21.des.
Týsdagin 14.des. og mikudagin 15.des. fara næmingar í 1.-10.flokki til hús kl. 11:35
Tey børn, ið ganga í frítíðarskúla fara niðan kl. 11:35
Frá hósdegnum, 16.des. til og við týsdagin, 21.des. 2021, eru skúlin, frítíðarskúlin og Pallurin opin í neyðugum vavi fyri teimum næmingum, ið ganga í 1.-3-flokki og har eingin onnur ansing er møgulig.
Hava foreldur tørv á hesum tilboði ímillum kl. 8:00 - 12:00, skulu tey venda sær til Eyð Niclasen, skúlastjóra, á tlf. 233222 og/ella til Biritu Arge, á tlf. 233240 um tey hava tørv á neyðansing millum kl. 12:00 - 17:00
Foreldur verða biðin at siga frá sum skjótast og í seinasta lagi týsdagin 14.des. kl. 12 um tørvur er á "neyðansing".
Leikurin sum 6.flokkur skuldi framførða, verður framførdur tá tilmælini aftur loyva tí.