Í heyst hevur 6. flokkur arbeitt við einum leiki um hendingar í Føroyingasøgu.
Leikurin verður framførdur fyri næmingunum í skúlanum týsdagin. Mikukvøldið og hóskvøldið klokkan 19:00 eru almennar sýningar í Marghøllini. Almennu tilmælini verða fylgd.
Tað er ókeypis atgongd, men neyðugt er við tilmelding. Melda til við at senda ein teldupost til: This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. við upplýsingum um navn og telefonnummar.
Seinasta freist at melda til er kl. 15:00 sama dag sum sýningin er.
Um stórur áhugi er fyri leikinum, verður eykasýning fríggjakvøldið.
Vit skulu gera vart við, at harðar hendingar fara fram í leikinum, sum ikki eru hóskandi fyri smábørn.