Hósdagin 10. februar frá kl. 9 verður svimjiátakið Klárar tú 200? í svimjihøllini í Sørvági. Átakið Klárar tú 200? hevur til endamáls at varpa ljós á svimjiførleikan hjá føroyingum, og á týdningin av at kunna svimja ein ávísan tein. Hetta síðsta er fyri betur at kunna lívbjarga sær úr møguligari vandastøðu.
Tey, sum klára norðurlendska kravið til svimjiførleika, fáa eina serliga nál frá Svimjisamband Føroya. Norðurlendska kravið er at svimja 200 metrar uttan íhald ella hjálpitól.
Meldið tykkum til í viðmerking á facebook, ella á telpupost: This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. so gera vit eina ætlan fyri dagin. Svarið seinast mánadagin 7.februar.
Sí annars heimasíðuna hjá Svimjisambandinum her