Nú gera vit enn eina roynd at framføra leikin um Føroyingasøgu.
Í heyst hevur 6.flokkur arbeitt við einum leiki um Føroyingasøgu.
Leikurin verður framførdur fyri næmingunum í skúlanum týsdagin. Mikukvøldið 9.feb. og hóskvøldið 10.feb. klokkan 19:00 eru almennar sýningar í Marghøllini. Almennu tilmælini verða fylgd.
Tað er ókeypis atgongd, men neyðugt er við tilmelding. Melda til við at senda ein teldupost til: This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. við upplýsingum um navn og telefonnummar.
Seinasta freist at melda til er kl. 15:00 sama dag sum sýningin er.
Møguligt verður at lata eina peningagávu og samstundis stuðla 6.flokki í sambandi við námsferðina.
Um stórur áhugi er fyri leikinum, verður eykasýning fríggjakvøldið.
Vit skulu gera vart við, at harðar hendingar fara fram í leikinum, sum vit meta ikki eru hóskandi fyri smábørn.