Í dag byrjar nýggjur flokkur í Vágum við tilflytaranæmingum, sum hava føroyskt sum annaðmál. Undirvíst verður tríggjar ferðir um vikuna, fýra tímar hvørja ferð.

Undirvíst verður næstu átta vikurnar. Tá kunnu næmingar fara til roynd, um so er, at undirvísarin metir næmingin vera kláran til tess og hava neyðugu førleikarnar at standa royndina. 

Síðsta heyst byrjaði ein flokkur við tíggju næmingum í Vágum. Teir næmingarnir fara til stigroynd síðst í hesum mánaðinum ella síðst í juni. Tað veldst um førleikan hjá hvørjum einstøkum næmingi.

Endamálið við undirvísingini er at bjóða tilflytarum, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál, dygga og holla undirvísing í føroyskum máli, mentan og samfelag. Hetta til tess at tryggja, at borgarar av útlendskum uppruna læra føroyskt mál og kunnu virka á jøvnum føti við onnur í føroyska samfelagnum. 

Undirvísingin er førleikagevandi og gevur atgongd til víðari lestur á miðnámi og á hægri lærustovnum. Undirvísrarar eru Petra Olsen og Ragnhild Olsen. 

Sum liður í at bjóða góð tilboð í máli og mentan til tilflytarar, hevur Tórshavnar Kvøldskúli í nøkur ár saman við Uttanríkis- og mentamálaráðnum og Undirvísingarstýrinum ment undirvísingina, sum rópt verður ”Føroyskt sum annaðmál”. 

Talan hevur verið um eina veruliga sólskinssøgum, og nú er undirvísingin víðkað til eisini at fevna um næmingar í Vágum. 

Samstarvið er úrslit av avtalu millum Tórshavnar Kvøldskúla og Tórshavnar kommunu øðrumegin og Vága kommunu og Sørvágs kommunu hinumegin. Eisini eru Sørvágs Skúli og Hiddenfjord týðandi partar í samstarvinum. 

Avtalan varð undirskrivað 27. september í fjør og fevnir um 40 næmingar í Vágum. 

Talan er í fyrsta umfari um eina royndarverkætlan, sum skal eftirmetast í juni. 

næmingar e90dc

Á myndini eru: Næmingar, Petra Olsen lærari, Eyð Niclasen, skúlaleiðari í Sørvágs skúla, Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, Maria Nolsøe, umboð frá Hiddenfjord og Jógvan Sørin Hansen, skúlaleiðari fyri Tórshavnar Kvøldskúla

kelda: torshavn.fo

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233222/233224 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.