Í dag, 21.mars, er altjóða down dyndrom dagur, og hesum gjørdu vit eitt sindur burturúr í morgunløtuni.

downs1 7cffb

Sum vanligt bóðu vit Faðir vár og sungu ein sang. Í morgun sungu vit "tey standa og vagga og tráa," sum snýr seg um ymiskleika millum dáa og øks. Í einum ørindi sigur dáin: "eg havi væl loyvi at liva her líka so væl sum tit."

down1 7461f

Síðan greiddi Joan frá, hvat down syndrom er. DNA-ið í menniskjum hevur vanliga 23 kromosompør, men hjá teimum, ið hava downs, er tað 21. parið ein trio. 

downs2 ea50d

Hans Christian í 5. flokki segði eisini frá hvussu tað er at eiga ein lítlan beiggja, sum hevur down syndrom. 

 downs3 5700f

 downs4 e800a

downs5 ee449

At enda kundu tey børnini, ið ynsktu tað, fáa blátt neglalakk í vinstra tummil.  

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233222/233224 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.