borgarstjóri 9464c

Sørvágs kommuna gjørdist í vikuni, saman við Skopunar kommunu, fyrstu kommunurnar í landinum at gera avtalu við Gjaldstovuna um nýggja Skúlanet. Fleiri aðrar kommunur og almennir undirvísingarstovnar eru ávegis at gera líknandi avtalu.

Skúlanet er skipað sum samstarv millum Undirvísingarstýrið, Nám, kommunur, skúlar, útbúgvingarstovnar og Gjaldstovuna, sum umsitur Landsnet, og er líkt tilboðnum til almennar stovnar. 

Skúlanet er nýggj tænasta, sum skipar felags KT loysnir og hjálp til allar undirvísingarstovnar í landinum. Krøvini til KT og KT trygd vaksa alsamt, og tí eru stórir fyrimunir við at miðsavna hetta øki. 

Skúlanet er partur av heildarætlanini fyri KT umsiting í undirvísingarverkinum, ið varð løgd fram og handað Jenisi av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum í september 2020. Endamálið við heilsarætlanini fyri undirvísingarøkið er í stuttum at betra um KT og dátutrygd, lætta um fyrisitingina og gera samskifti millum skúla, starvsfólk, næmingar og foreldur smidligari. 

Les meira um Skúlanet her: skulin.fo/um-skulanet

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233222/233224 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.