Søkt verður eftir einum lærara og einum námsfrøðingi til serskúlatilboðið Pallin í Sørvágs skúla.

  • 1 lærara í tíðaravmarkað fulltíðar starv skúlaárið 2022/23
  • 1 námsfrøðingi í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2022/23 - setanarbrot 0,80

 

Frágreiðing um Pallin

Tilboðið er eitt samstarv millum Sernám, MMR og skúlarnar í Vágum at bjóða næmingum við avbjóðingum í fólkaskúlunum eitt nøktandi felagstilboð.
Í skúlatilboðnum ganga 12 næmingar úr skúlanum á Giljanesi og Sørvágs skúla.
Starvsfólkini arbeiða undir ábyrgd leiðslunnar í sjálvstýrandi toymum og skipa seg í samstarvi við allar partar.

 

Tey, ið sett verða skulu

  • verða fyrikomandi og hava jaligan hugburð mótvegis næmingunum
  • hava áræði at taka ábyrgd
  • duga at samstarva í toymum
  • duga at hugsa uttanfyri rammur – hugsa kreativt

 

 

Førleikakrøv

 

Lærarin

Lærarin eigur at hava førleika at undirvísa grunddeild, miðdeild og hádeild annaðhvørt náttúrulærugreinar og/ella hugvísindalærugreinar.
Starvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur frammanundan.
Lærarastarvið er lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1 – 29.2.

 

Námsfrøðingurin

Umsøkjari skal hava prógv sum námsfrøðingur, tó kunnu umsøkjarar, sum fáa prógv í summar søkja á jøvnum føti við tey, ið longu hava lokið prógv. Viðkomandi royndir kunnu vera ein fyrimunur.
Um eingin námsfrøðingur søkir starvið, kann annar umsøkjari setast í tíðaravmarkað starv sum hjálparfólk skúlaárið 22/23.
Námsfrøðingurin, ið settur verður, er løntur sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.

Nærri kunning um størvini fáast við at venda sær til Eyð Niclasen, skúlastjóra, á tel. 233222.

Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu stílast til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. - viðmerk umsókn Pallurin.

Umsóknarfreistin er hósdagin 26. mai kl.12.00.

 

Kunning um Sørvágs skúla: sor.fo


 

Virðisgrundarlag

Eg vil - Eg dugi - Eg kann

Her hava vit virðing fyri okkum sjálvum og øðrum!
Her er opið og mennandi samstarv millum heim og skúla!
Her er undirvísingin viðkomandi og avbjóðandi!
Í okkara skúla skulu øll hava møguleikar at læra!
Málið er læring, menning, trygd, og trivni.
Áhugi elvir til læring.

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233222/233224 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.