Søkt verður eftir einum lærara til Sørvágs skúla í tíðaravmarkað fulltíðarstarv frá 01.08.2022 – 31.07.2023, ið kann átaka sær flokslærarauppgávuna.
Okkum tørvar lærara at undirvísa grund-og miðdeild í:
Støddfrøði, náttúru og tøkni, ítrótti og svimjing.
Tann, ið settur verður, skal undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans taka lut í dagliga virksemi skúlans innanfyri teir karmar, sum virðisgrundarlag skúlans setir.
Førleikakrøv
Læraraútbúgving og førleika í viðkomandi lærugreinum, tó kunnu umsøkjarar sum fáa prógv í summar søkja á jøvnum føti við tey, ið longu hava lokið prógv.
Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tann, ið settur verður, er tænastumannasettur frammanundan.
Lærarastørvini eru lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1 – 29.2.
Nærri kunning um størvini fáast við at venda sær til Eyð Niclasen, skúlastjóra, á tel. 233222.
Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu stílast til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.
Umsóknarfreistin er hósdagin 26. mai kl.12.00.
Kunning um Sørvágs skúla: sor.fo
Virðisgrundarlag
Eg vil - Eg dugi - Eg kann
Her hava vit virðing fyri okkum sjálvum og øðrum!
Her er opið og mennandi samstarv millum heim og skúla!
Her er undirvísingin viðkomandi og avbjóðandi!
Í okkara skúla skulu øll hava møguleikar at læra!
Málið er læring, menning, trygd, og trivni.
Áhugi elvir til læring.