Mánamorgunin var próvhandan í sambandi við, at Sørvágs skúli hevur havt spælilið.
Tiltakið er ein liður í at menna trivnaðin, fyribyrgja happing og hjálpa yngru næmingunum at fáa góðar upplivingar í skúlanum.
Tað eru nakrir av eldru næmingunum í 7. flokki, sum skipa fyri spølum við yngru næmingunum ávís fríkorter.
Spæliliðið er ein liður at bøta um trivnaðin í skúlanum og fríkorterunum, og er tí tengt at AKT og SSP.
Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri, handaði prógvini og segði m.a., at í stuttum er endamálið at fáa børn at vera virkin í fríkorterunum, skapa betri trivnað og forða fyri happing, og at hon vónaði, at komandi ár fara vit eisini at síggja spæliliðið í Sørvágs skúla.