Fríggjadagin 7. oktober kl. 8:00 verður morgunsangur í kirkjuni við Ingu P. Dam.
Næmingarnir møta í skúlanum, og fylgjast við læraranum oman í kirkjuna.
Foreldur og onnur eru vælkomin við.
Aftaná morgunsangin er vanlig skúlagongd.
Tykkum verður ynskt eina góða heystfrítíð. Skúlagongdin byrjar aftur mánadagin 17. oktober.