Nú, tað stundar til jóla fer 6. flokkur í Sørvágs skúla at bjóða tykkum til sjónleik. Hetta er forkunnugt á tann hátt, at leikurin er skrivaður til høvið, so hann er ikki spældur fyrr!

Leikurin snýr seg um tríggjar sterkar kvinnur úr Føroya søgu. Tær møtast onkustaðni í ævinleikanum og setast at tosa saman um ymiskt, sum teimum var fyri, meðan tær vóru á døgum.

Kvinnurnar eru: Annika í Dímum, Húsfrúgvin í Húsavík og Gæsa úr Kirkjubø.

Leikurin verður sýndur á bókasavninum mikudagin 14. desembur kl. 19

Sýningin er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding.

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233222/233224 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.