Góðu foreldur
Vit skriva til tykkum fyri at kunna um, at vit, Sørvágs skúli, saman við øllum hinum, sum arbeiða innan barna- og ungdómsøkið í Vágum, eru farin í gongd við eina 3 ára verkætlan, sum vit hava kallað
Saman um barnið - Vitan í verki
Vit ynskja øll hvør í sínum lagi alt tað besta fyri okkara børn og ungu. Og øll vit mongu, sum eru um børnini dagliga og tit foreldur royna okkara allar besta. Men samstundis bæði hoyra og uppliva vit dagliga, at børn stríðast og eru undir alsamt vaksandi trýsti.
Henda verkætlanin er í fleiri liðum. Hon er ætlað at styrkja starvsfólk fakliga. Hon er ætlað at fáa stovnar og skúlar at virka betur innanhýsis sum ein eind. Og ikki minst er hon ætlað at styrkja samstarvið millum ymisku stovnarnar og skúlarnar.
Vit skulu øll vera saman um barnið.
Við verkætlanini ynskja vit at:
- at tað skal verða betri at vera barn, og tað skal verða lættari at vera barn í Vágum.
Vit eru sannførd um, at henda verkætlan fer at gagna øllum børnum, soleiðis at vit sum stovnar og starvsfólk gerast enn dugnaligari at skapa góðar karmar um trivna og menning.
Hetta ynskja vit at røkka við at:
- styrkja og menna um samstarvið millum teir skúlar og stovnar, hjá landi og kommunu, sum varða av børnum og ungum
- styrkja og menna um samstarvið millum øll starvsfólk, sum varða av børnum og ungum
- fáa eitt enn betri og samanhangandi samstarv við tykkum foreldur og umsorganarpersónar
- arbeiða við støðugt at førleikamenna øll starvsfólk á økinum
Alt hetta eydnast einans við tykkara íkasti, tí tit eru tey, sum kenna júst tykkara børn best. Tí ynskja vit í fyrstu syftu at kunna tykkum skrivliga og á komandi foreldrafundi fáa tit meiri kunning um, hvussu vit best kunnu samstarva um trivnaðin og menningina hjá børnunum. Hetta frætta tit nærri um á foreldrafundinum.
Stovnar, ið eru við í verkætlanini, eru (deilt yvir land/kommunalt):
Vága- og Sørvágs kommuna:
Skúlin á Giljanesi
Sørvágs skúli
Alvalon
Miðgarður
Sóljugarður
Virkishúsið við ánna
Smílikullan
Sýslan ungdómshúsið
Sýslan frítíðarskúlin
Námsfrøðiliga ráðgevingin (Vága Kommuna)
Barnaverndartænastan
Landið:
NÁM (trivnaðarráðgevi)
Undirvísingarstýrið
Sernám
Gigni
SSP/løgregla
Ásla Leila B. Johansen, ið starvast hjá Barnaverndartænastuni í Vágum, er sett sum verkætlanarleiðari.
Við vón um, at tit vísa verkætlanini áhuga.
Eru fleiri spurningar eru tit vælkomin at ringja ella støkka inn á gólvið.
Bestu heilsur
Sørvágs skúli
Starvsfólk og leiðari