mikukvøldið 22. februar 2023 kl. 19
Góðu næmingar og foreldur í Vágum !
Sørvágs skúli og skúlin á Giljanesi bjóða næmingum við foreldrum í 9. og 10. flokki í Vágum til fornámscafé mikukvøldið 22. februar 2023 kl. 19. Hetta er eitt kunnandi kvøld, har ymisku skúlarnir koma at greiða frá og møguleiki er at seta spurningar.
Luttakandi skúlarnir eru Tekniski skúlin í Klaksvík, Vinnuháskúlin, Heilsuskúli Føroya, Miðnám í Vestmanna, Sjónám og Glasir.
Møtið fjølment.