Fríggjamorgunin var próvhandan í sambandi við, at Sørvágs skúli hevur havt spælilið.
Aftast frá vinstru: Filip, Tórolvur, Ranja, Flykra, Josefina og Jórun Ranja
Fremst frá vinstru: Thorleif, Nikolina Ró, Durita, Halla, Eydna, Alisia & Elsebeth
Á myndini vænta: Alexandur, Tummas, Niclas og Óli.
Tiltakið er ein liður í at menna trivnaðin, fyribyrgja happing og hjálpa yngru næmingunum at fáa góðar upplivingar í skúlanum.
Tað eru næmingarnir í 7. flokki, sum skipa fyri spølum við yngru næmingunum ávís fríkorter.
Spæliliðið er ein liður at bøta um trivnaðin í skúlanum.
Elsebeth Davidsen, varaborgarstjóri, handaði prógvini og tosaði m.a. um, hvussu spæliliðið kann virka fyri at vit øll hava tað gott, bæði kropsliga, men ikki minst sálarliga. Tað, ið spæliliðið ger saman við yngru flokkunum í skúlanum er at skapa trivnað. Elsibeth segði at enda, at hon vónaði, at komandi ár fara vit eisini at síggja spæliliðið í Sørvágs skúla.