Søkt verður eftir 1 lærara og 1 námsfrøðingi ella hjálparfólki til serskúlatilboðið Pallin í Sørvágs skúla.

  • 1 lærara í fast fulltíðar starv frá 1. august 2023
  • 1 námsfrøðingi í fast starv frá 1. august 2023. Um eingin námsfrøðingur søkir starvið, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2023/24. Setanarbrot umleið 0,80

 

Ein fyrimunur er, at umsøkjarar hava royndir við serskúlatilboði.
Starvsfólkini arbeiða í sjálvstýrandi toymum og skipa seg sjálvi í samstarvi við allar partar.
Í tøttum samstarvi við foreldrini er tilboðið nógvum næmingum at gagni.
Lærarin eigur at hava førleika í at undirvísa í grunddeild, miðdeild og hádeild innan antin náttúrulærugreinar og/ella hugvísindalærugreinar.

Tey, ið sett verða skulu:

  • Vera fyrikomandi og hava jaligan hugburð mótvegis næmingunum
  • Hava áræði at taka ábyrgd
  • Duga at samstarva í toymum
  • Duga at hugsa uttanfyri rammur – hugsa kreativt

 

Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur frammanundan.
Lærarastarvið er lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1 – 29.2

Barnaváttan verður kravd í sambandi við setanina.

Námsfrøðingurin ella hjálparfólki, ið sett verður, er lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.

Nærri kunning um størvini fáast við at ringja til Daniu Niclasen, skúlastjóra, á tel. 233221.

 

Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu stílast til

Sørvágs skúla
Skúlavegur 13
380 Sørvági

This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. 

og verða skúlanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 5. juni 2023 kl. 00:00.

 


Í Sørvágs skúla ganga uml. 165 næmingar í 1. til 10. flokki.
Uml. 35 starvsfólk arbeiða á skúlanum.

Sí heimasíðu skúlans sor.fo


Virðisgrundarlag skúlans:

Eg vil - Eg dugi - Eg kann

Her hava vit virðing fyri okkum sjálvum og øðrum!
Her er opið og mennandi samstarv millum heim og skúla!
Her er undirvísingin viðkomandi og avbjóðandi!
Í okkara skúla skulu øll hava møguleikar at læra!
Málið er læring, menning, trygd, og trivni. Áhugi elvir til læring.

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233222/233224 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.