1 fast starv sum námsfrøðiligur stuðul í Sørvágs skúla er leyst at seta frá 1. august 2023.
Stuðulin verða knýttir at næmingi við serligum tørvi - lønarbrot 0,7.
Tann, ið settur verður, skal hava námsfrøðiliga útbúgving.
Um eingin námsfrøðingur søkir, verður starvið skipað sum tíðaravmarkað hjálparfólkastarv skúlaárið 2023/24
Lønar-og setanartreytir:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Barnaváttan krevst við setanina.
Nærri kunning fæst við at venda sær til Daniu Niclasen, skúlastjóra, á tel. 233221.
Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum ella starvsváttanum skulu stílast til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. í seinasta lagi 5. juni kl. 00.00.
Sí heimasíðu skúlans: sor.fo
Virðisgrundarlag skúlans:
Eg vil - Eg dugi - Eg kann
Her hava vit virðing fyri okkum sjálvum og øðrum!
Her er opið og mennandi samstarv millum heim og skúla!
Her er undirvísingin viðkomandi og avbjóðandi!
Í okkara skúla skulu øll hava møguleikar at læra!
Málið er læring, menning, trygd, og trivni. Áhugi elvir til læring.