Hesa tíðina ganga eldru næmingarnir til próvtøku og ársroyndir. Tað er ein krevjandi og eisini spennandi tíð. Her eru nøkur góð ráð, hvussu ein kann fyrireika seg væl.
Fyrireiking
- tá tú veist, hvørjum lærugreinum tú skalt upp í, er skilagott at leggja eina ætlan fyri, hvussu tú nýtir tíðina. Umráðandi er at gera eina ætlan, sum kann halda.
- Byrja tíðliga á degnum og gev tær tíð til at halda hóskandi fríløtur.
- Fær tær út ein túr í frískari luft av og á, tað gevur nýggja orku og tíð til at hugsa um tað, tú hevur lisið.
- Fá tær ikki eyka arbeiði, meðan tú fyrireikar teg til próvtøku.
- Floksfelagar kunnu lesa saman, tit kunnu eisini skipa fyri smærri framløgum, har tit kunnu tosa um faklig evni.
Próvtøkan
- Hav alt tað við, sum tú hevur loyvi til og tørv á.
- Tú kennir teg sjálva/n best, ikki øll hava gott av, at møta alt ov tíðliga til próvtøkuna. Hugsa um, at tað er tín próvtøka, lat ikki onnur ørkymla teg.
- Set ikki tær sjálvum veruleikafjar krøv.
Góða eydnu !