Eitt fast starv sum námsfrøðiligur stuðul í Sørvágs skúla er leyst at seta frá 1. august 2023.
Av tí at ávísar uppgávur bert kunnu útførast har kvinnur onga atgongd hava, lýsa vit eftir einum mannfólki.
Stuðulin verður knýttur at næmingi, ið ber sjónligt brek og at flokkinum.
Tann, ið settur verður, skal hava námsfrøðiliga útbúgving. Um eingin námsfrøðingur søkir, verður starvið skipað sum tíðaravmarkað hjálparfólkastarv skúlaárið 2023/24.
Lønarbrotið er 0,7 og verður lønt sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.
Barnaváttan krevst við setanina.
Nærri kunning fæst við at venda sær til Daniu Niclasen, skúlastjóra á tel. 233221.
Umsókn við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum ella starvsváttanum, skal stílast til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. í seinasta lagi týsdagin 11. juli 2023 kl. 12.00.
Virðisgrundarlag skúlans:
Eg vil - Eg dugi - Eg kann
Her hava vit virðing fyri okkum sjálvum og øðrum!
Her er opið og mennandi samstarv millum heim og skúla!
Her er undirvísingin viðkomandi og avbjóðandi!
Í okkara skúla skulu øll hava møguleikar at læra!
Málið er læring, menning, trygd, og trivni.
Áhugi elvir til læring.