Søkt verður eftir tveimum lærarum og einum toymissamskipara til serskúlatilboðið Pallin í Sørvágs skúla í tíðaravmarkað starv frá 1. august 2023 til 31. juli 2024.
Ein fyrimunur er, um umsøkjari hevur royndir við serskúlatilboði. Starvsfólkini arbeiða í sjálvstýrandi toymum og skipa seg sjálvi í samstarvi við allar partar. Í tøttum samstarvi við foreldrini er tilboðið nógvum næmingum at gagni. Lærarin má kunna undirvísa í grunddeild, miðdeild og hádeild innan antin náttúrulærugreinar og/ella hugvísindalærugreinar. Umsøkjari skal vera fleksibul, tí Pallurin hevur staðseting í Sørvágs skúla og í skúlanum á Giljanesi.
Førleikakrøv
Læraraprógv er eitt krav hjá læraraumsøkjara og toymissamskiparin skal vera lærari ella námsfrøðingur. Toymissamskiparin hevur dagligu og fakligu leiðsluna og ábyrgdina av arbeiðinum á Pallinum.
Tey, ið sett verða skulu:
- vera fyrikomandi og hava jaligan hugburð mótvegis næmingunum
- hava áræði at taka ábyrgd
- duga at samstarva í toymum
- duga at hugsa uttanfyri rammur – hugsa kreativ
Lønar- og setanartreytir
Størvini verða sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur frammanundan.
Lærarastørvini eru lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1 – 29.2.
Námsfrøðingurin verður løntir sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.
Barnaváttan verður kravd í sambandi við setanina.
Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Daniu Niclasen, skúlastjóra, á tel. 233221.
Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu stílast til Sørvágs skúla, Skúlavegur 13, 380 Sørvági – This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. - og verða skúlanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 31. juli 2023 kl. 13.00.