Tú ert fyrimyndin í sosiala lívinum hjá tínum barni, og tí hevur tú avgerandi leiklut fyri sosiala trivnaðinum og sunna felagsskapinum hjá børnunum.
Børnum tørvar góðar vinir og tryggar, inkluderandi felagsskapir fyri at trívast og mennast.

 

Í einum tryggum felagsskapi:

  • er tolsemi og virðing fyri hvørjum øðrum so høgt, at børnini kunnu eita, síggja út og vera júst tann tey eru
  • hjálpa børnini hvørjum øðrum og ansa eftir, at øll sleppa upp í part
  • er ongin, ið verður happaður og hildin uttanfyri

Tí er tað av alstórum týdningi at vera tilvitaður um at skapa tryggar felagsskapir - heilt frá barnið er lítið.

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233222/233224 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.