Pallurin hevur staðseting í Sørvágs skúla og í skúlanum á Giljanesi, og søkt verður eftir lærara til bæði støðini.

Søkt verður eftir einum lærara til fulla tíð við staðseting í skúlanum á Giljanesi, og einum lærara við lønarbroti á leið 0,60 við staðseting í Sørvágs skúla.

Fyrimunur er, um umsøkjari hevur royndir við serskúlatilboði. Starvsfólkini arbeiða í sjálvstýrandi toymum og skipa seg sjálv í samstarvi við allar partar. Í tøttum samstarvi við foreldrini, er tilboðið nógvum næmingum at gagni. Lærarin má kunna undirvísa í grunddeild, miðdeild og hádeild innan antin náttúrulærugreinar og/ella hugvísindalærugreinar. Umsøkjari má vera fleksibul, tí Pallurin hevur, sum omanfyri nevnt, staðseting í Sørvágs skúla og í skúlanum á Giljanesi, og tí kann vera, at ein kemur at vera í báðum støðum av og á.

 

Tann, ið settur verður, skal:

  • Hava fólkaskúlalæraraprógv
  • Vera fyrikomandi og hava jaligan hugburð mótvegis næmingunum
  • Hava áræði at taka ábyrgd
  • Duga at samstarva í toymum
  • Duga at hugsa uttanfyri rammur – hugsa kreativt

 

Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, ið settur verður, er tænastumannasettur frammanundan.

Lærarastarvið er lønt sambært avtalu millum Føroya lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1 – 29.2. 

Barnaváttan verður kravd í sambandi við setanina.

Nærri kunning um størvini fáast við at ringja til Daniu Niclasen, skúlastjóra, á tel. 233221.

Umsóknir, við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum, skulu stílast til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. í seinasta lagi týsdagin 13. september 2023 kl. 12.00. 

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233222/233224 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.