HT foto fer í komandi viku at taka skúlamyndir.
Næmingarnir fáa í morgin ein brævbjálva at taka heim við. Hetta skjal skal fyllast út.
Myndirnar verða tiknar úti, og myndatøkan verður skipað soleiðis:
1. - 3. flokkur týsdagin 12. september.
4. - 7. flokkur mikudagin 13. september.
8. og 9. flokkur og Pallurin hósdagin 14. september.
Tá systkinamyndir skulu takast, verða tær tiknar saman við tí yngsta barninum.
Eru spurningar ella ivamál, eru tit vælkomin at ringja til Jeannet á tlf. 23 32 23 ella til Herfinn tlf. 22 70 00