Tíðaravmarkað fulltíðarstarv fyri lærara í farloyvi frá 01.11.2023-18.06.2024.

Okkum tørvar lærara at undirvísa:

  • hádeild í støddfrøði og lívfrøði
  • miðdeild í svimjing og ítrótti
  • kann átaka sær flokslærarauppgávuna í 10. fl.

 

Tann, ið settur verður, skal undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans taka lut í dagliga virkseminum á skúlanum innanfyri teir karmar, sum virðisgrundarlag skúlans setir.

 

Førleikakrøv:

Læraraútbúgving, førleika í viðkomandi lærugreinum og svimjilæraraprógv.

Starvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so at tann, ið settur verður, er tænastumannasettur frammanundan.
Lærarastarvið er lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1-29.2.
Nærri kunning fæst við at venda sær til Daniu Niclasen, skúlastjóra, á tel. 233221

Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu stílast til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Umsóknarfreistin er sunnudagin 1. oktober á midnátt.

 


Virðisgrundarlag skúlans:

Eg vil - Eg dugi - Eg kann

Her hava vit virðing fyri okkum sjálvum og øðrum!
Her er opið og mennandi samstarv millum heim og skúla!
Her er undirvísingin viðkomandi og avbjóðandi!
Í okkara skúla skulu øll hava møguleikar at læra!
Málið er læring, menning, trygd, og trivni.
Áhugi elvir til læring.

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233222/233224 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.