Gamli skúli
Fyrsti skúlin í Sørvági varð liðugt bygdur í 1887. Hann stendur heimanfyri ánna og verður millum manna nevndur Gamli skúli. Hann verður ikki nýttur til skúla longur.
Fram til 1880 var heimafrálæra í ymsum húsum í Sørvági. Allmennur skúli byrjar í 1880, tá Johan Elias Joensen (1858 - 1938) er ferðalærari í Sørvági, Bø og Gásadali. Johan Elias var tvær vikur í Sørvági og eina viku í hvørjari bygdini, Bø og Gásadali. Hann heldur fram til 1901, tá Hans Marius Jacobsen, Kellurin (1869 - 1944) tekur við starvinum tann 1. mars 1902. Hann er lærari til 1916. Frá 1915 til 21 er Malvina Clementsen lærari í Sørvági.
Tann 1. mai 1916 verður D. Danielsen settur sum fyrstilærari bert í Sørvági. Tá ganga 50 børn í skúlanum. Frá 1. apríl 1921 til 1. august 1928 er Edvard Olsen annarlærari, tá Jákup av Skarði tekur við. Betty Jensen (f. Lauritsen) var í nøkur ár hondarbeiðslærarinna við skúlan.
Tann 1. septembur 1956 verður triði lærarin, Tóri Skaalum settur í starv – hinir vóru Napoleon Nolsøe Petersen og Daniel J. C. Danielsen (D.D ella Lærarin). Tóri fær skúlastovu á El-verkinum, har bygdarráðið heldur til í dag. Skúlaárið 1957/58 ganga 152 børn í skúlanum.
Nýggi skúli
Nýggi skúlini, sum eldri fólk kalla hann, varð bygdur í trimum byggistiðum. Fyrsta byggistig, sum er tað lægra av langu ovaru lonini, varð vígt og tikið í nýtslu hin 11. november 1957. Annað byggistig var fimleikarhøllin og hon var liðug og tikin í nýtslu í 1959.
So var ein steðgur í byggingini og varð 3. byggistig, sum er syðri og hægri parturin av ovaru lonini, byrjað í 1961 og varð liðugt og tikið í nýtslu hin 18. apríl 1963.
Svimjihøllin
Svimjihøllin varð vígd og tikin í nýtslu 2. oktobur 1974. Bygdarráðsformaðurin, Winther Lauritsen, svam tá longdina á hylinum (162/3 metrar) við lyklunum í munninum og handaði skúlastjóranum, Hensari Ellingsgaard, teir. Miðvágs/Sandavágs skúli nýtir eisini svimjihøllina.
Skúlin í dag
Tann parturin, sum ungfólk í dag kalla Nýggi skúli, varð vígdur 11. novembur 1989, júst 32 ár aftaná vígsluna av eldra nýggja skúlanum. Hesin skúlin er 1700 fermetrar. Í niðaru hæddini eru træ- og jarnsmíðstova, skúlakøkur og stór bókagoymsla. Í ovaru hæddini eru alis- og evnafrøðistova, serstova, tvær skúlastovur og uppihaldsstova, sum kann leggjast saman við aðrari skúlastovuni til smærri framførslur o.a. Eisini er nýggj fimleikarhøll, sum hevur eina gólvvídd uppá 18 x 22 metrar ella 396 fermetrar.
Henda bygging var fyrsta byggistig av trimum, men 2. og 3. byggistig vórðu steðgað, og óvist er, hvussu verður við framhaldandi útbygging.