Trivnaðarætlan í Sørvágs skúla

Virðisgrundarlag skúlans byggir á trygd, trivna og fjølbroytni. Hesar grundsúlur eru grundarlagið undir innlæring barnsins.
Skúlin hevur í tí sambandi lagt
happingar-, sorgar- og tilbúgvingarætlanir út á heimasíðu skúlans. Umframt hesar, liggja mannagongdir skúlans, foreldraráð skúlans og næmingaráð skúlans á heimasíðuni.
Allar hesir upplýsingar skúlu geva foreldrum og næmingum ein kunnleika og tryggleika um, at í Sørvágs skúla er trygd og trivnaður.

 

Hvat gera vit ítøkiliga gjøgnum árið:
Skúlin strembar eftir at hava tætt samstarv við heimið við samrøðum, og foreldrafundum, felagstiltøkum og flokstiltøkum.
Evnisvikur og dagar eru gott høvi til upplýsing, samstarv og samanhald.
Reglugerðir floksins eiga at stuðla uppundir einum felags morali á skúlanum, sum eisini vísir til virðisgrundarlagið.
Happing er ikki loyvd og tí skulu øll felags virðir, samtalur og tiltøk stuðla uppundir eina 0-hugsjón á happingarøkinum.

© Sørvágs skúli | Skúlavegur 13 | FO-380 Sørvágur | Faroe Islands | Tel. +298 363222 og 233222/233224 | This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.